Til barnagarðin verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, tíðaravmarkað frá 17.02.2020 til 15.01.2021, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi.
Vit vænta at umsøkjarin:
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
- Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum, sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
- Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Vit bjóða
- Góðar og rúmligar starvsfelagar
- Møguleika fyri fakligum íblástri
- Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
- Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
- Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
- Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman
Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.
Á stovninum eru 5 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.
At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.
Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021.
Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 26.01.2020.
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo