Onnur tíðindi

B68 dagur á Svangaskarði týsdagin 17. august kl. 17.00

B68 dagur verður Svangaskarði týsdagin 17. august kl. 17.00.

Byrjað verður á vøllinum við ymsum stuttligum spølum og stafettum. Betri deild leikararnir verða at hitta. Síðani bjóðar Fjepparafelagið B68 burgara og sunkist.

Fjepparafelagið kemur at selja fjepparalutir, og Motussport verður eisini við á degnum.

Øll – ung sum gomul – eru hjartaliga vælkomin niðan á Svangaskarð týsdagin.