Onnur tíðindi

Avtala gjørd við Falkon um kavagrevstur

Nes kommuna og Falkon hava undirskrivað avtalu um kavagrevsturin í kommununi.

Fyri at kunnu átaka sær uppgávuna, viðv. kavagrevstrinum í kommununi, hevur Falkon keypt nýggja gravimaskinu, sum er komin til Føroyar í hesi vikuni. Talan er um eina gravimaskinu av merkinum CAT 908M.

Eyðfinn Johannesen, sum í nógv ár hevur havt kavagrevsturin um hendi, hevur í ár selt maskinuna, sum hann brúkti til kavagrevsturin.

Nes kommuna takkar Eyðfinni Johannesen fyri trúgva og góða tænastu, og ynskir Falkon til  lukku við nýggju maskinuni og góða  eydnu við kavagrevstrinum.