Í tíðarskeiðinum 21 .desember til og við 1. januar kemur Svend Danielsen at umsita fimleikahøllina. Um tit ynskja at leiga ein tíma í hesum tíðarskeiðinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Svend Danielsen á tlf. 278748 og avtala tíma við hann.
Í tíðarskeiðinum 21 .desember til og við 1. januar kemur Svend Danielsen at umsita fimleikahøllina. Um tit ynskja at leiga ein tíma í hesum tíðarskeiðinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Svend Danielsen á tlf. 278748 og avtala tíma við hann.
Í morgun varð skipað fyri fráfaringarløtu, nú Margit Andersen, ið hevur vaskað í Tofta skúla í meira enn 43 ár, hevur ynskt at fara úr starvi.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði:
Góða Margit!
Tann 1. sept. vóru liðin 43 síðan, at tú vart sett í starv sum vaskifólk í Tofta skúla. Hetta var eftir summarfrítíðina í 1981, og tann tá nýggi parturin av Tofta skúla varð tikin í nýtslu.
43 ár, tað er ikki 43 dagar. Nú á døgum er tað ikki ofta, at fólk eru so leingi í sama starvi. Margit hevur met í starvsaldri hjá Nes kommunu.
Nú vit í dag siga tær, Margit, farvæl, kann eg av sonnum siga, at tú í øll hesi ár hevur verið ein ómissandi partur av Tofta skúla.
Sum vaskikona hevur tú verið við til at tryggja, at næmingar, lærarar og vitjandi hava havt reinar, ruddiligar og hugnaligar umstøður at læra og arbeiða í.
Tú hevur verið stundislig, arbeiðssom og sera nærløgd í tínum arbeiði. Tú hevur dugað at sæð heildina, men eisini gingið uppí at hava smálutirnar í vaskingini í lagi. Tað er ikki av ongum, at tað tíðum hoyrist, hvussu reinur og væl hildin Tofta skúla er innanveggja. Saman við hinum vaskifólkunum hevur tú verið við til at geva skúlanum henda samleika.
Tín innsatsur hevur verið ómetaliga stórur.
Takk fyri alt, tú hevur givið okkum við tínum arbeiði í Tofta skúla.
Vegna Nes kommunu vil eg hjartaliga takka tær fyri trúgva og drúgva tænastu.
Vit ynskja tær og tínum alt tað besta, blíðan byr og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.
Til jólaborðhaldið hjá Nes kommunu fríggjakvøldið vórðu fleiri starvsfólk heiðrað.
Oddvør Højgaard fyri 35 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Frítíðarskúlanum.
Julianna Nesá fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum.
Annie í Hjøllum fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú sum vaskifólk í svimjihøllini.
Johild Túgvustein fyri 25 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum.
Martha Johannesen fyri 20 ár sum skrivari í Tofta skúla.
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi fyri 20 ár í kommunustýrinum.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði minnisgávur og takkaði teimum heiðraðu fyri trúgva og drúgva tænastu.
Borgarstjórin nevndi, at kommunukanningin vísti, at Nes kommuna liggur millum tær allar fremstu kommunur í landinum. Tað eru vit, sum vera man sera takksom fyri. Hetta er eisini í stóran mun starvsfólkunum at takka fyri.
Starvsfólkini eru grundarlagið fyri góðu gongdini og góðu úrslitunum. Og tað hevur sera stóra týdning at fáa sagt, at býráðið fegin vil bæði viðurkenna og takka hvørjum einstøkum av tykkum fyri tykkara dagliga verk millum ár og dag.
Súni í Hjøllum varð somuleiðis heiðraður fyri 40 ár í kommunustýrinum. Tað var varaborgarstjórin, Heini S. Kristiansen, sum handaði honum ein málning og takkaði honum fyri trúgva tænastu og sera gott samstarv.
Sanna Hansen segði:
Góðu tit øll.
Hesa tíðina á árinum dáma tey flestu okkara at pynta – bæði inni og úti.
Vit pynta við einglum, nissum, hjørtum, jólatrøum, seta stakar í vindeyguni og so pynta vit eisini við stjørnum.
Mær dámar væl at pynta við stjørnum, og eg havi stjørnur hangandi uppi alt árið.
Allar hesar stjørnurnar hava sína søgu, sum eg í tí stilla gleðist um.
Eg fari at siga nøkur orð um tvær av hesum stjørnunum.
Aðra stjørnuna havi eg fingið frá ommusoninum Jóannes. Hon hongur í einum vindeyga í stovuni.
Í 2023 vóru vit í Sankta Susanne í Spania.
Ein dagin fór eg saman við ommubørnunum Sannu, Jóannes og Maiu inn til Barcelona. Vit fóru at vitja kirkjuna Sacrada Familia.
Kirkjan Sacrada Familia hevur staðið í gerð í meiri enn 140 ár. Væntandi verður hon liðug í 2026. Tað er arkitekturin Antoni Gaudi, sum hevur teknað hana. Tað sum ger, at eg minnist navnið Antoni Gaudi, er, at eg átti ein abbabeiggja her á Toftum, sum æt Anton og hevði kelinavnið Gódi. Vit sum eru komin eitt sindur upp í árini minnast væl Góda.
Tá ið vit komu til souvenirhandilin, ynskti Jóannes at keypa mær okkurt, og eg valdi hesa stjørnuna, sum er skorin úr kartong.
Hin stjørnan hongur í vindeyganum í sjónvarpsstovuni. Hon lýsir og hongur uppi alt árið.
Tað er ein herrnhuterstjørna, sum eisini verður kallað ein Christiansfeld stjørna.
Fyri góðum sjey árum síðani vóru vit og ferðaðust í Kolding. Tað vóru Elisabeth, sum tá átti trý børn, og so Jóannes og eg. Jóhan var í Grønlandi.
Henda sunnudagin helt Jóannes, at vit áttu at farið suður til Christiansfeld til gudstænastu. Christiansfeld er í Suðurjyllandi – millum Kolding og Haderslev.
Talan er um lítlan bý. Har búgva umleið 3000 fólk.
Hóast býurin er lítil, so er hann væl kendur, tí hann hevur sína so serligu søgu, at hann er komin á varðveitingarlistan hjá UNESCO.
Tað vóru herrnhutarnir, sum bygdu býin fyri umleið 250 árum síðani.
Herrnhutarnir eru ein kristin rørsla. Rørslan starvar upprunaliga úr Kekkia. Orsakað av forfylging noyddust tey at flýggja og vóru spjadd til nógva staðni í Europa.
Søgan um herrnhutarnar og Christiansfeld er tann, at Christian 7. kongur saman við Streuense lækna var í Hollandi, og har vitjaði hann býin Zeist, har herrnhutarar búðu. Blómandi vinnulívið og búskapurin hugtóku Christian tann 7.
Hann vildi hava ein bý av sama slagi í Danmark, so hann bjóðaði teimum til Danmarkar at byggja ein bý upp úr ongum.
Í 1772 keyptu herrnhutararnir eitt góðs í Suðurjyllandi. So fóru teir í holtur við at byggja býin, og í 1800 vóru teir lidnir.
Vit vóru við til gudstænastuna henda sunnudagin, og aftaná fóru vit sightseeing.
Tað var eitt stórt upplivilsi at fáa søguna um býin fortalda og um dugnaligu og arbeiðssomu fólkini, sum bygdu og síðani hava røkt hesar sermerktu bygningarnar, sum standa so tættir saman.
Áðrenn vit fóru til hús aftur, keyptu vit hesa stjørnuna, sum síðani hevur hingið í vindeyganum heima hjá okkum.
Søgan um stjørnuna er meiri enn 160 ára gomul.
Tað var í týska herrnhutarabýnum Niesky. Ein lærari í støddfrøði í einum dreingjaskúla gjørdi eina stjørnu úr kartong. Hann hongdi hana upp við ljósi í miðjuni.
Næmingarnir vóru hugtiknir av stjørnuni, og tað gav læraranum hugskotið, at næmingarnir nú skuldu uppliva, hvussu geometri og onnur støddfrøði kundu ítøkiliggerast og ein vakur lutur spyrjast burturúr.
Hann setti teir at gera hvør sína stjørnu.
Talan er um stjørnu við 25 takkum.
17 hava fýrakantaðan fót, og átta hava tríkantaðan fót.
Tá adventin kom, vórðu stjørnurnar hongdar upp. Tær skuldu minna næmingarnar um stjørnuna, sum vísti vísmonnunum veg til Betlehem, har sum Jesus varð føddur.
Í Matteusar evangelii kapittul 2 og vers 1-2 stendur soleiðis:
Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:
„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“
Og so stendur í versunum 9 og 10:
Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var.
Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga.
Og tað er jú hetta, sum jólini snúgva seg um. Tann glaði boðskapurin er, at Jesus varð føddur inn í henda heim fyri at frelsa okkum.
Íblásturin til stjørnuna hjá herrnhutarunum er morgunstjørnan. Morgunstjørnan er planetin Venus, tá ið hon er vestanfyri sólina og skýnur á eysturhiminin undan sólarrisi.
Hetta er mynd uppá, at nú er náttin av og dagurin í nánd.
Kristni boðskapurin er, at Jesus er ljósið, sum vinnur á myrkrinum í hesum heimi.
Symbolikkurin hjá herrnhutarunum er, at kristindómurin verður tongdur saman við adventsstjørnuni. Jesus Kristus er morgunstjørnan, sum varð føddur undir stjørnuni, sum skein yvir Betlehem.
Frá ættarliði og til ættarlið fór førleikin at gera vøkru stjørnurnar. Í 1897 varð av álvara farið undir at gera nógvar stjørnur við tí fyri eyga at selja tær.
Eg gleðist um at hava eina sovorna stjørnu og um boðskapin, sum hon ber boð um.
Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
so teir funnu Jesus Krist;
okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
so vit finna Jesus Krist.
Takk fyri og góða advent ynski eg tykkum øllum.
Býráðið í Nes kommunu samtykti á fundi 25. nov. 2024 at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis, at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, frá 1. januar 2025 verður kommunustjóri.
Elsbet E. Magnussen, ið hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021, hevur drúgvar arbeiðsroyndir í kommunalum høpi. Hon tók skrivstovuútbúgving hjá Nes kommunu, og er útbúgvin BA og M.S.Sc. í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetur Føroya.
Seinastu árini hevur verið sera stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Tann 1. januar 2020 búðu 1.338 fólk í kommununi, meðan talið í nov. 2024 er komið uppá 1.585. Á vári 2023 tók kommunan við býarheiti, og vøksturin í fólkatalinum heldur fram. Tað hevur verið sera nógv bygging, bæði av íbúðum og sethúsum, og enn fleiri stórar verkætlanir eru fyri framman. So tað er sjón fyri søgn, at Nes kommuna, eftir stuttari tíð, hevur ment seg frá at vera ein bygdarkommuna til at vera ein býarkommuna.
Umsitingin á skrivstovuni hevur tí eisini verið í broyting. Vøksturin og menningin hava borið við sær bæði økt og meira krevjandi virksemi, og umsitingin hevur fingið bæði fleiri og fjølbroyttari uppgávur.
Á heysti í 2023 varð umsitingin á teknisku deild umskipað og økt við einum starvsfólki, tá ið nýggjur tekniskur leiðari varð settur.
Nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra.
Bygnaðarliga broytingin kemur at hava við sær greiðari mannagongdir, bæði fakliga og fyristingarliga. Uppgávan sum kommunustjóri í Nes kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum. Kommunustjórin verður leiðari fyri umsitingina, beint undir borgarstjóranum. Við bygnaðarbroytingini fær borgarstjórin eisini betri tíð til yvirskipaða fyristingarliga leiðslu og samskipan. Hetta er alneyðugt til tess at skipa kommununa trygt og dygt inn í framtíðina til gagns fyri einstaka borgaran og vinnulívið í kommununi, eins og at skapa karmarnar fyri einum góðum arbeiðsplássi hjá teimum teimum mongu, sum starvast í umsitingini og á stovnunum undir kommununi.
Á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu starvast nú, umframt borgarstjóran, kommunustjórin, eitt skrivstovufólk, ein bókhaldari, fíggjarleiðarin, tekniski leiðarin og eitt tekniskt starvsfólk.
Tað var á býráðsfundinum mánakvøldið 25. nov., at býráðið, á sínum seinasta regluliga fundi í setuni, endaliga einmælt samtykti fíggjarætlanina fyri 2025
Skattaprosentið er óbroytt 20,5 pct, meðan barnafrádrátturin hækkar úr kr. 6.000 upp í kr. 7.000,-.
Dagstovnagjøldini verða óbroytt, triðja barnið er ókeypis, og skipanin við Frítíðarkortinum á kr. 2000,- fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár, heldur fram.
Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2025 eru:
Grein 20: Inntøkur v.m. 88.176
Rakstur tkr.
Rakstur í alt 76.465
Úrslit áðrenn fíggjarkostnað 12.099
Grein 20: Rentustuðul 1.850
Grein 20: Rentuútreiðslur 1.400
Fíggjarkostnaður íalt 3.250
Íløgur tkr.
Íløgur í alt 16.752
Úrslit aftaná íløgur -8.291
Afturgjald av skuld 2.910
Lántøkan verður sostatt 11.201 tkr. Tað merkir, at lántøkan netto er 8.291 t.kr.
Nettoskuldin hjá Nes kommunu er d.d. 33 mió. kr., svarandi til 35 pct. av lániheimildini.
Í samband við stórar íløgur seinastu árini, hevur kommunan havt heimild at taka lán, men av tí at inntøkurnar hava verið munandi størri enn mett, og nakrar av ætlaðu íløgunum í 2024 eru seinkaðar, er lánibyrðan ikki vaksin nevnivert.
Í 2025 verður peningur serliga brúktur til at:
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Gera trivnaðarøki við Rætt og fortreytir fyri at seta upp listarverk
Gera eitt øki til íbúðir byggibúgvið á umleið 4000 fermetrar sunnan fyri vatnbrunnarnar
Leingja Høganesvegn við 180 m, 8 sethúsaøki og 3000 fermetrar til íbúðir
Planera vinnuøkið norðan fyri Saltsøluna
Gera áskoðaraskýli á Svangaskarði
Skifta graslíkisvøllin á Svangaskarði
Skifta tak og klæða gamla partin av Frítíðarskúlanum
Skifta takið á 1981-skúlanum
Halda fram at skapa fortreytir fyri at bøta um útiøki skúlans
Gera gøtuna lidna av Agninum og út á Líðarenda á Nesi
Halda fram at uppstiga spæliplássini
Halda fram at uppstiga ávísar partar av eldrarøktini
Gjalda partin hjá Nes kommunu til stigabilin hjá SKS
Gera asfalteringar og ábøtur á ymsum vegum og gøtum. Eisini er avsett til vanligt viðlíkhald av kommunalum ognum annars.
Sanna Hansen heldur røðu og tendrar jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur.
Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum.
Aftaná verða øll boðin til kakao, kaffi, te og bollar í kirkjukjallaranum.
Kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni.
Tey luttakandi eru:
Kirkjukórið, menninir í Undirhúsinum, Annika Mortansdóttir, Jóhan Magnus Gunrim, Erla Bech Nolsø og Jóhanna Sámalsdóttir
Nes kommuna
Býráðsfundur – Skipanarfundur hjá nývalda býráðnum 21.11.2024 kl. 18.00
Súni í Hjøllum, sum var fyrst valdur, bjóðaði vælkomin og greiddi frá ásetinginum í Kommunustýrislógini um skipan av kommunustýrinum. Síðani var val av borgarstjóra og varaborgarstjóra, umframt val av nevndarsessum og umboðanarsessum:
Uppskot er um at velja Súna í Hjøllum til borgarstjóra.
Uppskotið varð einmælt samtykt.
2. Val av varaborgarstjóra.
Uppskot er um at velja Atla F. Johansen til varaborgastjóra.
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Uppskot til val av nevndum og umboðum.
Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, formaður
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, formaður
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, forkvinna
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Skálafjarðar Sløkkilið:
Súni í Hjøllum
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Roðin
Súni í Hjøllum
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Kongshavnar havn:
Niels Jacob Nielsen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Umboðsráðið í SEV:
Niels Jacob Nielsen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Skúlastýrið:___________________
Henning Erhardsson Joensen
Rannvá í Túni Petersen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Umboð í IRF:
Atli F. Johansen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni
Andrias Magnussen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Nes Sóknar Musikkskúli:
Niels Jacob Nielsen
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Ferðavinnubólkurin:
Óla Kristian á Torkilsheyggi
Elsa í Hjøllum
Rannvá í Túni Petersen
Uppskotið varð einmælt samtykt.
Heimild til at undirskriva kommununnar vegna:
Borgarstjórin og kommunuskrivarin
Uppskotið varð einmælt samtykt.
——————————————————————-
Soleiðis einmælt samtykt á skipanarfundi tann 21.11.2024.
Hósdagin 21. nov. kl. 18 verður almennur fundur í fundarhølinum hjá Nes kommunu, har nývalda býráðið skipar seg formliga við val av borgarstjôra, varaborgarstjóra, skipan av nevndum og øðrum álitissessum.
Fundurin er almennur.
NES KOMMUNA
Í Nes kommunu vóru tvey valevni til Eldraráðið hjá Roðanum týsdagin tann 12. nov. 2024
Atkvøðurnar fullu soleiðis:
Alfred Olsen 196 atkvøður
Hildigunn Steinhólm Højgaard 70 atkvøður
Sostatt er Alfred Olsen valdur limur, meðan Hildigunn Steinhólm Højgaard er varalimur.