Onnur tíðindi

At gera nakað gott fyri onnur

Væl av fólki møtti til móttøkuna í góðveðrinum við Undirhúsið á Toftagjógv, tá ið TR-Føroyar vitjaðu í dag

Menninir í Undirhúsinum sungu, borgarstjórin bar fram heilsan og Súnfríð Jacobsen, súkklari, tók ímóti gávu frá Nes kommunu og greiddi frá um ferðina í ár. Kommunan bjóðaði kaffimunn og okkurt gott til børnini.

—————————–

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bar fram hesa heilsan, tá ið TR-Føroyar vitjaðu Nes kommunu 8. juli 2021 .

Tá ið farið er um longsta dag, og vit hava hásummar, plaga vit her á Toftum tey seinastu árini at fáa vitjan av TR-Føroyar súkklarunum. Soleiðis er tíbetur eisini í ár. Vegna bygdaráðið í Nes kommunu og fólkið her býr, vil eg fegin bjóða tykkum – TR-Føroyar súkklarunum, at vera hjartaliga vælkomin á vitjan her á Toftum, nú tit í dag eru byrjaði tykkara ferð. 

Aftur í ár eru nakrir borgarar úr okkara kommunu við – og tað er vit í Nes kommunu bæði takksom og errin av.

 Í ár gongur leiðin ikki sum vanligt til París. Í fjør varð ferðin avlýst vegna Korona, og aftur í ár er Korona ein forðing. Í ár verður so súkklað í Danmark. – Ein long og avbjóðandi fyrireikingartíð er nú av, og nú er ein long, avbjóðandi og spennandi ferð fyri framman. 

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra. 

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið 11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París at síggja endan á Tour de France. 

Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á ferðini, og onnur virki stuðlaðu eisini. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at tað hevði 38.000 kr í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni. 

Peningin lat Team Rynkeby barnakrabbadeildini á Odense Universitetshospitali, og ein siðvenja sá dagsins ljós. 

Team Rynkeby telur nú 2.400 rørslusúkklarar og 550 hjálparar deilt út á 59 ymisk lið úr Danmark (19 lið), Svøríki (16 lið), Norra (10 lið), Finlandi (8 lið), Føroyum (1 lið), Íslandi (1 lið), Týsklandi (2 lið), Sveis (1 lið) og eitt altjóða lið við luttakarum úr fleiri londum í Evropa.  

Meginpartin av einum ári skulu súkklararnir ikki bert vera førir fyri at súkkla hesa longu ferð til París – teir binda seg eisini at arbeiða fyri at útvega pening til børn við krabba og familjur teirra. 

Peningurin, sum Team Rynkeby savnar í hvørjum einstøkum landi, fer óskerdur til Krabbameinsfelagið í tí einstaka landinum. Í Føroyum fer eisini ein partur til Børnecancerfonden. Hetta kemur av, at føroysk børn verða viðgjørd í Danmark og kunnu tí njóta ágóðan av limaskapi í Børnecancerfonden.

 Føroyska felagið hevur sum tað einasta í felagsskapinum víðkað vavið til eisini at fevna um børn við lívshættisligum hjarta og lungasjúkum. Somuleiðis verður eisini stuðlað børnum, sum hava mist foreldur síni vegna álvarsligar sjúkur. Hetta verður gjørt gjøgnum Beran. -Eisini verður latin stuðul til granskingarverkætlanir.

Onnur lond í Team Rynkeby felagsskapinum byrja nú eisini at hava føroyingar sum fyrimynd í hesum sambandi og stuðla breiðrari.

 Í 2020 savnaði Team Rynkeby felagskapurin íalt 65,5 mió. kr, harav 1,5 mió kr komu úr Føroyum. Síðan Føroyar komu við í 2014, hevur TR-Føroyar savnað inn 8,5 mió kr.

Hetta sera góða átak hevur alsamt fingið  dyggari  undirtøku millum fólk. Eitt veldugt íkast til bardagan móti krabbameini og/ella lívshættisligum sjúkum, sum enn hevur brúk fyri gransking, nýggjari vitan og nýggjari viðgerð. 

Eri sannførdur um, at orsøkin til, at tiltakið hevur fingið so dygga undirtøku í fólkinum, er, at felagsskapurin leggur dent á og hevur hildið fast við, at súkklararnir hava so bjørt og góð grundvirðir, ið byggja á 3 súlur: 

  1. At gera nakað sunt og gott fyri seg sjálvan
  2. At gera nakað gott fyri onnur
  3. At hava ein góðan og gevandi sosialan felagsskap 

Góðu luttakarar! Vit hava stóra virðing fyri tykkum og tykkara luttøku, tykkara stóra og mangan sera krevjandi arbeiði og íkasti. Vit eru takksom fyri, at tit vilja umboða Føroyar og føroyingar so væl í hesum góða altjóða tiltaki.

Við hesum fáu orðum vil eg vegna borgararnar í Nes kommunu ynskja tykkum blíðan byr og Guðs signing á ferðini, sum byrjar í dag.                                                                                          SíHj.