Týsdagin 25. juni avhendaði Mest arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt á reinisverkinum hjá Nes kommunu.
Tað er Jóhan Petur Petersen, verkfrøðingur, sum vegna Mest hevur verið verkætlanarleiðari fyri at uppstiga og nútímansgera reiniverkið hjá Nes kommunu.
Býráðið samtykti tíðliga í hesi setuni, at alt skuldi gerast fyri at fáa litin úr vatninum, sum til tíðir hevur verið ein avbjóðing.
Eftir ávísar forkanningar varð heitt á MEST um at koma við einum uppskoti um, hvørji átøk skuldu gerast til tess at betra um vatnreinsiverkið hjá Nes kommunu.
Tá ið arbeiðið varð avhendað, takkaði Súni í Hjøllum, borgarastjóri, fyri sera gott og gevandi samstarv við Mest. Hann vísti á, at tað er ein av kjarnuppgávunum hjá kommununi at veita nóg mikið av góðum vatni. Hann fegnaðist um góða úrslitið, sum er komið borgarunum og virkjum til góðar, nú vatnið er vorðið so klárt.
Jóhan Petur Petersen, verkætlnarleiðari, takkaði Nes kommunu fyri at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Somuleiðis takkaði hann fyri sera gott samstarv. Síðan greiddi hann frá tí fakliga partinum.
Jóhan Petur Petersen, segði: ”MEST valdi at seta seg væl inn í verandi vatnreinsiverk; hvaðani vatnið hjá kommununi stavaði frá, góðskuna á vatninum, umframt, hvussu verandi vatnreinsiverk var uppbygt, og um tað var møguligt at útnytta verandi vatnreinsiverk enn betur.
Næsta stigið var at leggja eina ætlan fyri uppstiganina av vatnreinsiverkinum. Hetta innibar nógv kanningararbeiði viðvíkjandi, hvør reinsiháttur mundi verða best skikkaður til at lækka littølini á drekkivatninum hjá Nes kommunu, og sum hóskaði best í mun til umstøðurnar og nærumhvørvið.
Arbeiðstakari og kommuna vóru bæði samd um at miðja eftir at finna eina loysn á trupulleikanum, ið ikki innibar kemisk evnir. Tískil bleiv avgjørt at loysa trupulleikan við at umleggja nøkur av verandi sandfiltrum til kolfiltur. Kolfiltur eru frá gamlari tíð vorðin nýtt til m.a. lækking av littalinum í vatni, og var eisini ein loysn, ið relativt skjótt kundi setast í verk.
Fyrst var farið undir at útskifta UV-filtrini, ið vóru farin um seinasta nýtsludato, við tvey nýmótans UV-filtur, útgjørd við automatiskari effektregulering og sjálvvirkandi mekaniskari reinsing, ið tilsamans eru við til at gera vatnreinsiverki tryggari og grønari.
Áðrenn umleggingina frá sandfiltrum til kolfiltur, bleiv ein ”pilotverkætlan” av ætlaðu loysnini hjá MEST framd, inni á verandi reinsiverkinum hjá Nes kommunu. Pilotverkætlan merkir í hesum førinum, at endaliga loysnin hjá MEST bleiv niðurskalera og monterað á eina smærri eind, fyri síðani at verða send út á Nes til royndarkoyringar.
Síðani framdi MEST leypandi analysur av drekkivatninum, áðrenn og eftir ”royndar” kolfiltrið, fyri at finna útav, hvørt tað var ein gongd leið, at nýta kolfiltur til at lækka littalið í drekkivatninum hjá Nes kommunu.
Ein annar týðandi liður í dagføringini av vatnreinsiverkinum var at seta í verk eina sjálvvirkandi returskoling av ávikavist sand- og kolfiltrunum. Hetta bleiv gjørt við at útskifta allar teir manuellu ventilarnar, áðrenn og aftaná sand- og kolfiltrini, við luftstýrdar ON/OFF motorventilar. Seinastu átøkini ið vórðu framd, var trinleys regulering av returskolingini, umframt at rørskipanin bleiv umløgd soleiðis, at øll filtur nú verða belastaði eins nógv”.