Altjóða læraradagurin, 5. oktober, er ein heilt serligur dagur í skúlanum. Endamálið við honum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi. Eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Rætturin til góða og mennandi skúlagongd kann ikki gerast veruleiki uttan dugnaligar lærarar og starvsfólk annars.
Næmingaráðið og skúlastýrið skipa fyri degnum í Tofta skúla.
Í morgun bjóðaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, vælkomin. So var morgunsangur á skránni. Eftir morgunsangin helt ein næmingur í næmingaráðnum eina sera væl skrivaða røðu. Síðan fekk Alis Jacobsen, fyrrv. lærari, orðið. Hon segði frá síni skúlagongd á Toftum. Hon segði frá bæði stuttligum og hugnaligum minnum frá sínum barndómi. Ásannast má, at nógv er broytt.
Vegna skúlastýrið bar Kristian Poulsen fram eina heilsan.
Tá ið røðurnar vóru lidnar, var gávuhandan á skránni. Lærararnir sótu niðri, meðan flokkarnir skiftust um at koma niðan og handa gávur, sum næmingarnir og foreldraumboðini í flokkunum høvdu skipað fyri.
At enda takkaði skúlastjórin fyri tiltakið.
Nes kommuna vil hervið takka skúlastýrinum, næmingaráðnum og foreldrum fyri væl fyriskipað tiltak.
Tofta skúla ynskir Nes kommuna at veita eina stóra tøkk fyri fyri gott samstarv við ynskjum um framhaldandi blíðan byr.