Bókasavnsnevndin og Nes kommuna skipa fyri almennari móttøku mikudagin 29. september kl. 16 í Tofta skúla.
Hetta verður gjørt í samband við, at Bókasavnið er 50 ár – og eisini til heiðurs fyri Josefinu Jacobssen, sum hevur verið við frá byrjan.
Á skránni verður felagssangur, heilsanir og ein góður drekkamuður.
Kirkjukórið luttekur eisini við sangi.
Hjartaliga vælkomin!