Onnur tíðindi

ALMENN MÓTTØKA HJÁ NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLA Í TOFTA SKÚLA

Týsdagin 4. des. kl. 16.00 – 17.30 var almenn móttøka í Tofta skúla fyri fráfarna leiðaranum fyri Nes Sóknar Musikkskúla, Jóhan Mortensen, og Tóra Restorff Jacobsen, nýsetta leiðaranum fyri musikkskúlan.

Hetta var ein sonn hátíðarløta við røðum, heilsanum og tónleikainnsløgum, og rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær til móttøkuna at heilsa uppá teir báðar.

Í fleiri av røðunum var víst á tað megnar arbeiðið, ið Jóhan Mortensen hevur gjørt sum musikkskúlaleiðari í heili 28 ár, og hvønn týdning musikkskúlin hevur havt og hevur fyri økið her. Sera áhugavert var at hoyra 15 – 20 kvinnur syngja tveir jólasangir. Hesar kvinnur sungu sum ungar gentur við Belkanto-kórinum og Suð, ið Jóhan Mortensen stjórnaði.

Víst var somuleiðis á, at musikkskúlin hevur verið við til at sett tónleikin í miðdepilin og hevur soleiðis verið við til at ríka um okkara mentanararv. Øll hesi mongu ár hevur musikkskúlin kveikt tónleikaáhugan hjá so mongum næmingum og eldri við.

Nýsetti leiðarin, Tóri Restorff Jacobsen, hevur musikklæraraútbúgving frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík og kandidatútbúgving í tónleiki frá Syddansk Musikkonservatorium. Harumframt hevur hann tikið grundleggjandi leiðsluútbúgving og er í holtur við diplomútbúgvingina í leiðslu.

Tóri, sum er 39 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá musikkskúlaskipanini í Føroyum, m.a. frá Nes Sóknar Musikkskúla, umframt frá musikkskúlum í Íslandi og Danmark. Tóri hevur sergrein í sello. Hann hevur tó eisini undirvíst í bass, klaver, teori og samanspæli.

Tóri R. Jacobsen tók við sum leiðari fyri musikkskúlan 1. desember 2018.

Vit í Nes kommunu vilja takka Jóhan Mortensen fyri øll hesi mongu árini sum musikkskúlaleiðari og ynskja Tóra Restorff Jacobsen hjartaliga til lukku við nýggja starvinum við vón um gott samstarv.

kelda: Tofta skúli