Onnur tíðindi

Almenn framløga um trivnaðar- og miðstaðarøkið við Rætt

Mánakvøldið 30. september kl. 19.30 verður almenn framløga um trivnaðar- og miðstaðarøkið við Rætt. Framløgan verður í Miðhøllini í Tofta skúla.

Upplegg vera frá arkitektafyritøkuni Fuglark, Landsbyggifelagnum (LBF) og listamanninum Joel Cole.

Ein drekkamuður verður at fáa.

Øll eru vælkomin.

Nes kommuna.