Í 2013 tók bygdarráðið avgerð at skrivað bygdasøgu um bygdirnar í Nes kommunu. Helgi Jacobsen, rithøvundur, játtaði at skrivað bygdasøguna. Skjótt bleiv staðfest, at søguliga tilfarið var so mikið rúgvusmikið, at neyðugt var við fleiri bindum. Avgjørt var, at bygdasøgan skuldi verða trý bind, harav tað triðja bindið skuldi verða eitt ættarbind. Heitt var á Thorleif Hansen, sum hevur skrivað nógv um ættirnar í Nes kommunu, um at verða við í skrivingini av triðja bindinum.
Í samband við at Nes kommuna var 50 ár í 2017, komu bind nr. 1 og 2 út. Nú er triðja bindið liðugt og útgávudagurin er settur at verða mikudagin, 22. august kl. 19.30, í Tofta skúla.
Á útgávudegnum kostar hvørt bindið kr. 250. Vanligur prísur er kr. 350. Tey sum hava goldið og bílagt bøkur, fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar.
Umframt at borgarstjóri og rithøvundar fara at siga nøkur orð, verður møguleiki at fáa bøkurnar signeraðar og Nes kommuna bjóðar ein drekkamun.