Onnur tíðindi

Ætlanin um listaverk á Høganesi slept

Stigtakarar og listafólkið hava um høgtíðina skift orð um ætlanina at seta upp listaverk á Høganesi. Listaverkið var ein marglittur glaskrossur. Ætlandi skuldi hann vera um 17 metur høgur.

Á kunningarfundi 23. mars 2021 varð ætlanin løgd fram undir hjáheitinum “til gleði fyri øll”. Kunnað varð um ætlanina. Eftir fundin hevur høvi verið at sæð modell av listaverkinum á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu. Fólk hava síðani havt møguleika at borið fram sína hugsan um ætlanina.

Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini.

Fólki okkara til kunningar.

á Skálafjørðinum 8. apríl 2021.
stigtakararnir