SANGUR, PRÁT OG HUGNI
Í Undirhúsinum, á bryggjuni á Toftum, hittast 20-30 eldri menn hvønn mikudag at syngja í Undirhúsakórinum, harmonikan er við og sangurin gongur lættur.
Stórur aldursmunur er á tí yngsta og elsta sangaranum, men felags er alskurin til sang og hugurin at brúka eina løtu saman við góðum vinum og kenningum.
Kórið syngur til ymisk høvi. Tað eru fyrst og fremst sálmar og andaligir sangir, ið eru á skránni.
Tá vit koma inn á gólvið, er beinanvegin greitt, at kórið venur sera miðvíst, og orðaskifti um tónalag og tempo gongur lívliga millum løgini.
Undirhúsið á Toftum er, eins og onnur undirhús í landinum, eitt savningarstað fyri menn, ið eru komnir upp í árini. Fyri nøkrum árum síðan varð stig tikið til at gera eitt sangkór.
Heilt ofta er boð eftir sangkórinum, og tað meira enn so hendur seg, at kórið kemur á gátt, tá onkur av limunum hevur ein merkisdag.
NÆSTAN HVØNN DAG
Allar dagar uttan sunnudag, er opið, í undirhúsinum frá kl. 9-11 og aftur seinnapartin frá 14-17. Her hittast nógvir menn at práta um leyst og fast, meðan teir fáa ein kaffimunn.
Undirhúsið liggur í kjallaranum í handlinum hjá Pidda, so menn, ið fara til handils, gera sær ofta eitt rend inn á gólvið.
Ofta koma eisini yngri menn inn, t.d. sjómenn, ið eru heima, tí teir vita, at prátið altíð gongur væl, og kaffi er gott.
Í nógvum undirhúsum er kortspæl vanligt, men soleiðis er ikki í Nes kommunu, tí her verða eingi spøl brúkt. Longu tá undirhúsið lat upp, tíðliga í 2012, varð avgerð tikin um, ikki at spæla spøl. Hetta varð gjørt eftir ráðum úr øðrum undirhúsum, tí prátið gongur ikki líka frítt, tá menn eru upptiknir av spølum.