Innleiðsla
Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.
Dátuábyrgdari
Nes Kommuna
Toftavegur 3
FO-650 Toftir
Telefon: 44 75 86
Teldupost: nes@nes.fo
Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Tá ið tú sendir okkum ein fyrispurning ella meldar teg til tíðindabræv umvegis ein frymil á heimasíðuni, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at senda tær tíðindabrøv ella at svara fyrispurningunum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna.
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Tá ið tú meldar teg til tíðindabræv:
● Navn
● Teldupost
Tá ið tú sendir ein fyrispurning umvegis ein frymil á heimasíðuni:
● Navn
● Telefon
● Bústaður
● Teldupostur
Víðarigeving av upplýsingum
Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.
Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.
Afturat hesum, verða allar upplýsingarnar, ið vit fáa frá tær, goymdar á ambætara, ið er staddur í Hollandi.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Persónupplýsingarnar, sum vit innsavna gjøgnum heimasíðuna verða goymdar, so leingi sum vit hava tørv á teimum fyri at røkja okkara uppgávur og vera síðani strikaðar.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til nes@nes.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.
Rætturin til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.
Rætturin til rætting
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.
Rætturin til striking
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.
Rætturin til dátuflutning
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Rætturin til ikki at verða profileraður
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.
Rætturin til at taka samtykkið aftur
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Rætturin at klaga
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á nes@nes.fo.
Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her:
https://dat.fo.