ROYSNIÐ

Felag fyri frælsan ítrótt í Eysturoy

Venjingar eru fylgjandi:

Intervallvenjing á Svangasgarði týskvøld kl. 18.30 – uml. 19.30

Sirkulvenjing í fimleikarhøllini vetrarhálvári, mikukvøld:  21:00 – 22:00

Sunnumorgun kl. 8.30, samlast vit við Bylgjuna og renna ein túr á uml. 1 tíma, er meira sum ein hugnaligur túrur.

Les meira á : www.roysnid.com

Nevndarlimir
Arnfinn Johannesen, Nes, formaður
Hallbjørg Danielsen, Saltangará, næstform.
Julianna Frederiksberg, skrivari
Rani Friang Rasmussen, kassam.
Eirikur Joensen,
Varalimir
Regin Thomsen,
Marnar Pattinson,

Roysnið er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Tey venja á Svangaskarði, har rennibreyt er, við øllum fyritreytum til frælsan ítrótt. Roysnið lænir eisini fimleikahøllina.

Roysnið varð stovnað í 16. januar 1998. At Roysnið varð stovnað tá fekk stóra ávirkan á frælsa ítróttin í Føroyum. Tað skulu trý feløg innan ávísa ítróttargrein fyri at kunna stovna sersamband, so tá Roysnið varð stovnað í 1998, byrjaði arbeiðið at leggja lunnar undir FÍF, sum varð stovnað fýra ár seinni í 2002. Sølvi Reinert Hansen, sum var ein av stigtakarunum til at stovna Roysnið, gjørdist eisini fyrsti formaður í FÍF, og sat hann til 2006.

Felagið hvarv eftir nøkur ár, og Roysnið var í nógv ár mestsum bert eitt eiti. Flestu íðkarar úr Eysturoynni limaðu seg inn í Treysti, umframt at Treysti yvirtók tað mesta av virkseminum hjá Roysninum. Kortini hava tað alla tíð verið íðkarar, sum hava ynskt at umboða Roysnið.

Einaferð í 2011 byrjaði Roysnið, so smátt at líkjast einum felag aftur, tí menn og kvinnur kallaðu til regluligar rennitúrar sunnumorgnar. Í byrjanini gekk heldur striltið at menna bólkin, men so líðandi hevur kortini gingið rætta vegin. Hesir spírar fingu við tíðini so frægt gróðrarfesti, at prátið fall á eina endurstovnan av felagnum, sum ikki hevði havt aðalfund í fleiri ár.  7. marts 2013 savnaðust fólk, eini 15 í tali, í bókasavninum við Løkin at umrøða møguleikan at blæsa lív aftur í rennifelagið. Tá fundurin var lokin var felagið sett á stovn aftur, ein starvsnevnd við 5 limum var sett saman, og nýggjur litur valdur til felagið.