Onnur tíðindi

500-600 fólk til hugnaløtu við Toftavatn

Síðani 2011 hava Nes- og Runavíkar kommunur skipað fyri hugnaløtuni á hvørjum ári, og er hon úrslit av samstarvinum, sum kommunurnar hava havt við gera gøtuna kring innara vatn.
Á skránni í kvøld var felagssangur, har Jóannes S. Hansen enn einaferð dugnaliga spældi undir, Ingi Højgaard helt eina góða talu og rennikapping var millum kendu rennarnar Andrias Hansen og Julian Gregersen, sum Julian vann við bestu tíð runt innara vatn nakrantíð. Tíðin hjá Julian var 5,11 minuttir og hjá Andriasi 5,24 minuttir. Til seinast fingu øll burgara og sunkist.
Her síggjast fleiri myndir. Trýst her.