Onnur tíðindi

200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammershaimb

  • 15
    Shares

Í Føroya kirkju- og prestasøgu er lítil ivi um, at Nes er Føroya søguríkasta stað, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina. Í miðjuni Gamli Prestagarður, sum V. U. Hammershaimb lat byggja, og aftanfyri hann Nes Kirkja. Til høgru fjósið, ið ætlanin er at endurskapa sum savnsbygning. Tilgjørd mynd: Hannis Egholm.

Komandi mánadag eru 200 ár eru liðin, síðani V. U. Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verður hátíðarhildin við einum tiltaki leygardagin 23. mars í gomlu Nes Kirkju og Gamla Prestarði á Nesi, ið Hammershaimb sjálvur tók stig til at byggja, og sum stóð liðugur í 1863. Umframt tveir áhugaverdar fyrilestrar um virki Hammershaimbs sum presti og hin um prestagarðssøguna á staðnum, vitja trý langaabbabørn hansara í sambandi við føðingardagin. Tey fara at bera fram eina ættakvøðu og handa bygdasavninum í Gamla Prestagarði eina forkunnuga gávu frá tíðini við Hammershaimb sum presti og prósti á Nesi. Somuleiðis verður avdúkað ein verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Tá Venceslaus Ulricus Hammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honum beinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, at neyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flyta inn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Nes kommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigur prestagarðin.

Prestasetrið á Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og prestasøgu ræðu lítil ivi um, at Nes er søguríkasta staðið í Føroyum, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina.

Nes var ikki bara kirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin 25. mars hjá málfaðirinum, prestinum og próstinum, V. U. Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn 23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen, lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti. Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur framførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar í Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb verða hjástødd. Umframt at koma við eini ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Síðani Hammershaimb í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.

Ein arbeiðsbókur undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti og samskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot til nýggja savnsbygningin.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygning almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Skráin fyri 200 ára haldi Hammershaimbs á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út:

16.00 Inngangur í Nes Kirkju
16.10 Hammershaimb prestur – Jákup Reinert Hansen
16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello
16.50 Søgan um prestagarðarnar á Nesi – Ólavur Magnussen
17.30 Kaffi í Gamla Prestagarði
17.45 Ættarkvøða – Jørgen Ulrik Hammershaimb (langabbasonur V.U.H) 
18.00 Gávuhandan til savnið – Margrethe Hammershaimb (langabbadóttir V.U.H)
18.10 Framløga um enduskapan av prestagarðsfjósinum sum savnsbygningi

Um nakar ynskir at vita meira um tiltakið, kann viðkomandi venda sær til ein av stigtakarunum, Kára Mikkelsen, tpost: kari@punktum.fo, tlf. 280066.

Vinarliga
Fornminnisfelagið í Nes kommunu