Onnur tíðindi

13. Bátafestivalurin á Toftum

Nú er tíðin aftur komin at flota sær bátin og gera klárt til at fara á Bátafestival á Toftum.

Í ár verður fyri trettandu ferð skipað fyri Bátafestivali á Toftum, og sum siður er, so verður festivalurin fyrsta leygardagin í mai mánaði.

Tað er onkursvegna eitt tekin um, at nú er summarið komið, tá ið bátaeigarar úr øllum landinum stevna inn á Toftir á ársins fyrsta bátafestival.

Báturin er sjálvt hjartað í føroyska samfelagnum

Tað hendir nógv við Skálafjørðin í løtuni, men meðan tey flestu ivaleyst hugsa um tunnilsboring, so eru tað sjálvboðin á eystara armi á fjørðinum, sum rigga til bátafestival á Toftum, sum verður leygardagin 6. mai.

Og tað eru ikki hissini fyrireikingar, sum skulu gerast, tí nógv verður á skránni, so at festivalurin aftur í ár verður ein minnilig løta, sum fólk minnast aftur á við gleði.

Báturin hevur altíð verið sjálvt hjartað í føroyska samfelagnum, og tí hevur báturin nógv at siga fyri nógvar føroyingar.

Fyrr var báturin eitt amboð, sum bleiv brúktur til at fylla sær hjallin við og til flutning oyggjana millum, men í dag er báturin eisini nakað, sum man brúkar til stuttleika, og nógvar familjur brúka bátin næstan sum eitt slag av einum húsvogni.

Heit, góð suppa til bátafólk og fjølbroytt skrá

Tá ið bátafólkið kemur inn á Toftir 6. mai, so verður sum vanligt skipað fyri felags móttøku, og borðreitt verður við heitari, góðari suppu til bátafólk, meðan harmonikutónar ljóma um alt havnarlagið.

Eigur man ikki bát sjálvur, so er eisini møguleiki fyri at koma við húsvogni, tí økið er sett av til húsvognar at búleikast hesar dagarnar, bátafestivalurin er á skránni, og sjálvsagt eru øll onnur vitjandi eisini vælkomin.

Skráin er fjølbroytt til vaksin sum børn – so stundir og møguleikar eru at njóta dagin her.

Um kvøldið verður stórdansur í tjaldinum, og hetta hevur verið væl vitjað hvørt ár.

Bátafelagið á Toftum bjóðar øllum at vera vælkomin á Toftir 6. mai 2017.