Onnur tíðindi

1. skúladagur hjá 23 børnum

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Tofta skúla:

Mánadagin 15. august kl. 11.00 var fyrsti skúladagur hjá 23 glaðum og spentum børnum í Tofta skúla. 

Skúladagurin byrjaði í Miðstovu skúlans, har Marita Dalsgaard, skúlastjóri, segði nøkur orð. Síðani bjóðaði hon øllum vælkomin og tók í hondina á børnunum. Eftir at hava sungið ein sang, fóru øll upp í flokshølið hjá 1. flokki, har flokslærarin, Sonja Tausen og Petur Hans Hansen, lærari og onnur starvsfólk, tóku ímóti.

 

Í flokshølinum sungu vit nakrar sangir. Síðani greiddi Sonja Tausen næmingum og foreldrum frá tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vísti eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina. Eisini fingu næmingarnir fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum teir vóru ógvuliga hugtiknir av.

Dagurin endaði við, at ein floksmynd varð tikin av øllum næmingunum. 

Fleiri myndir síggjast her!