NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLI

v/Johan Mortensen, musikkskúlaleiðari
FO-660 Undir Gøtueiði
Tlf. +298 212327
johan.mortensen@skulin.fo

Eitt sindur um musikkskúlan
Nes sóknar Musikkskúli er ein kommunalur stovunur, sum verður stjórnaður av eini nevnd, ið hevur 5 limir. Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Runavíkar býráð, sum velur 3 limir, og Nes bygdaráð sum velur 2 limir, fyri eitt valskeið ísenn, skrivarin í nevndini er úr fyrisitingini í Nes kommunu.

Endamálið við stovninum er at vekja ans fyri tónlistini. At menna tónlistarligu gávur næminganna og í aðramáta at leggja støði undir einum ríkum tónleikalívi, eitt nú við samanspæli, sangi, fyrireika konsertir og spæla til ymisk almenn endamál. Tað eru frá 130 til 150 næmingar tilmeldaðir fyri skúlaárið.

Nevnd skúlans
Fyri Runavíkar kommunu
Terje Vestergaard, formaður
Selinda í Heiðinum
Jóhan Vest
Fyri Nes kommunu
Elin á Torkilsheyggi
Høgni Hansen

Stutt kunning til foreldur og næmingar
Nes Sóknar Musikkskúli er ein kommunalur musikkskúli, ið fevnir um musikkskúlavirksemið í Runavíkar- og Nes kommunum. Lærararnir, ið undirvísa í musikkskúlanum, skulu allir hava hægri tónleikaútbúgving. Bert í teimum førum, har eingir útbúnir lærarar fáast, verða aðrir lærarar settir sum vikarar í staðin.

Í skúlanum á Skála verður vanliga undirvíst  í klaveri, guitar, bassguitar og tvørfloytu.  Hin undirvísingin fer fram í skúlunum í Runavík og í skúlanum á Toftum. Næmingar í øllum musikkskúlaøkinum eiga eisini part í hesari undirvísingini.

Ein ávísur partur av musikkskúlaundirvísingini fer fram í vanligari skúlatíð, har næmingar verða tiknir út úr tímum eftir rullandi tímatalvum, so teir ikki missa somu skúlatímar viku eftir viku. Nakað av undirvísingini í musikkskúlanum fer kortini fram eftir vanliga skúlatíð.

Teir næmingar, ið skulu spæla klaver og guitar , mugu sjálvir hava ljóðføri at venja á. Best er, um trummunæmingarnir hava trummur heima ella í hvussu er hava høvi at venja onkustaðni. Teir næmingar, ið spæla hini ljóðførini, sleppa at læna ljóðførið frá musikkskúlanum uttan kostnað. Foreldur / avvarðandi skulu tó undirskriva eitt lániskjal, har tey átaka sær ábyrgdina av ljóðførinum, ið barn teirra hevur fingið til láns.

Í Nes Sóknar Musikkskúla eru hesi ljóðfør at velja ímillum
KLAVER / GUITAR / BASSGUITAR / VIOLIN / CELLO / KONTRABASS /  KLARINETT / SAXOFON / HORNORKESTURLJÓÐFØRI  / TVØRFLOYTA / TRUMMUR.

Kostnaður
Tað kostar 400 kr pr. hálvár fyri hvønn næming at spæla í Nes Sóknar Musikkskúla. Systkin fáa kortini avsláttur og gjalda 350 kr pr. hálvár.

Tekning
Næmingar kunnu tekna seg alt árið. Fartelefonin hjá Nes Sóknar Musikkskúla er +298 21 23 27 og teldupostadressan er johan.mortensen@skulin.fo.
Undir øllum umstøðum mugu foreldrini vita av, tá næmingur teknar seg. Tað kann meir enn so henda, at tað ljóðføri, ið næmingurin ynskir sær, er fullteknað. Í tí førinum verður næmingurin settur á bíðilista og fær so boð, tá møguleiki er at sleppa framat.