FRÍTÍÐARSKÚLIN

á Brekkukletti 5,
Fo-650Toftir
Leiðari: Eydna Olsen, námsfrøðingur tlf. +298 448786/565023
Starvsfólk: tlf. +298 448786/565033
Teldupostur: friskuli@nes.fo

Í Frítíðarskúlanum ganga 1. og 2. flokkur.

Upplatingartíðir
Frítíðarskúlin hevur opið frá kl. 11.00 til kl. 17.15.

Frítíð
Frítíðarskúlin fylgir frítíðarætlan skúlans.

Gjald
Gjaldið er 1.000 kr um mánaðin. Goldið verður fyri 10 mðr., juli og august eru gjaldsfríir. Goldið verður frammanundan, við gjaldsskipan, 01. í hvørjum mánaði.

Nes kommuna letur systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2. børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.

Møguleiki er at søkja um frípláss, eftir ávísum treytum.

Eftirstøða
Um eftirstøða fyri barnið fer upp um 3 mánaðir, kann stovnurin siga barnið upp.

Fráboðanarskylda
Boðast skal frá um barnið ikki kemur í Frítíðarskúla.
Er barnið ikki komið aftaná ásettu tíðina uttan fráboðan, ringja vit til heimið/arbeiðsplássið og spyrja foreldrini eftir tí, um tit ynskja tað.
Minnist til, at siga einum starvsfólki frá, tá ið barnið fer heim.

Sig plássið upp í Frítíðarskúlanum
Plássið í frítíðarskúlanum skal sigast upp í seinasta lagi ein mánaða, áðrenn barnið gevst, og skal hetta verða til tann fyrsta í mánaðinum.
Uppsøgnin av plássinum fer fram hjá leiðaranum.

Matur
Børnini fáa millummála uml. kl. 14.00.

Sjúka
Er barnið sjúkt, ella hevur onkra smittuberandi sjúku so sum, barnasár ella eygnabruna, kann tað ikki koma í Frítíðarskúla.
Boðið frá, tá ið barnið er heima vegna sjúku.

Klæðir
Latið barnið í eftir veðrinum.
Umframt hetta, skulu børnini hava skiftiklæðir, gummistivlar, regnklæðir og hálvhosur.
Um veturin skulu tey eisini hava húgvu og vøttir við.

Øll klæðini skulu vera merkt við navni
Foreldrini eiga at halda skil á klædnarúminum hjá barninum. Foreldrini syrgja fyri, at røttu klæðini eru í rúminum.

Leikur
Eftir avtalu við starvsfólkið kann barnið hava leiku við á stovnin.
Stovnurin hevur onga ábyrgd av, um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva.

Avtalur
Um børnini skulu heim við øðrum børnum, skal greið avtala verða frammanundan við foreldur og starvsfólk.

Ábyrgd
Frítíðarskúlin hevur ábyrdina av børnunum, frá tí tey eru komin til tey verða avheintað, ella annað skrivligt loyvi frá foreldrum/verja fyriliggur.
Frítíðarskúlin hevur ábyrdina av, at børnini trívast og mennast og hava góðar og tryggar umstøður, tað tíðina tey eru í Frítíðarskúlanum.

Virksemi
At bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Havast skal í huga, at hetta er frítíðin hjá børnunum.