ELDRAØKIÐ

Nes kommuna er í javnbjóðis samstarvi um eldraøkið saman við Runavíkar- og Sjóvar kommunum.
Samstarvið er skipað í egnari eind, økistænastuni Roðin.
Til høgru, ovast, er link til heimasíðuna hjá Roðanum.

Adressan er
Roðin
Friðartún 1
Fo-620 Runavík
Telf +298 478200
teldupostur: rodin@rodin.fo
www.rodin.fo

Dagtilhald
Teimum eldru í Nes kommunu stendur í boði at fara í dagtilhald, sum eisini heldur til í Vesturskin.

Tilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15.00 til 18.00.

Undirhúsið
Bátafelagið á Toftum leigar hølini í gamla posthúsinum, har vælskipað undirhús heldur til, og har øll eru vælkomin.

Opið er allar dagar uttan sunnudag frá kl. 10.00 til 12.00 og kl. 14.00 til 17.00.