Nes kommuna
03.12.2025

Andrias Magnussen helt røðu og tendraði jólatræið

Góðan dag øll somul!
Fyrst av øllum fari eg at takka býráðnum í Nes kommunu fyri, at eg fekk heiðurin at siga nøkur orð her í dag og at tendra jólatræið. Hetta er altíð ein sermerkt og hugnaligt løta.
Í morgin er fyrsti sunnudagur í advent, og tá byrjar adventin. Adventstíðin er ein hugnalig tíð, har vit fjálga um bæði heima og úti, nú dagarnir eru stuttir, veðrið mangan ilsligt og náttúran farin í dvala.
Hendan myrka og karga árstíðin verður sera væl lýst í yrkingini “Nordnorsk julesalme” eftir Trygve Hoff, sum Hans Jacob Kollslíð føroyskaði fyri nøkrum árum síðani. Hóast yrkingin er um lívið í Norðurnorra, so kann hon væl flytast yvir á føroysk viðurskifti.
Fyrsta ørindi í yrkingini er ein bøn til Guds, sum passar væl til árstíðina.
Vælsigna tú dag yvir fjørðin
Vælsignað tú ljós yvir strond
Vælsignað hitt æviga orðið
um vón, og útrætta hond.
Varða tað lítla tú veitti,
tann dagin tú leiddi oss her.
So í armóð og stríði vit kenna,
at tú altíð hjá okkum er.
At leggja dagin og lívið í Guds hendur hevur altíð eyðkent fólkið, sum hevur búð á hesum stað. Sambært bygdasøguni, sum kom út í 2017, 50 ár eftir at Nes kommuna varð stovnað, er óvist, hvussu leingi fólk hava búð her. Tó verður í fyrsta bindi ført fram, at staðarnøvn o.a. her um leiðir kann leiða okkum heilt aftur til landnámstíðina. So leingi hava fólk her stríðst og strevast, og við Guds hjálp vunnið sær sítt dagliga breyð.
Í dag eru korini heilt øðrvísi.
Fyrr í vikuni stóð at lesa á nýggju heimasíðuni hjá kommuni, at býráðið hevði samtykt fíggjarætlan fyri komandi árið. Í fíggjarætlanini verður m.a. sagt, at skattaprosentið verður tað sama, meðan barnafrádrátturin hækkar. Soleiðis er kommunan við til at skapa livilig kor fyri borgararnar í bygdunum her. Ein kommuna er nakað, sum vit eru í felag!
Tað eru vit, sum búgva her, sum mynda og skapa lívið her á staðnum. Hetta gera vit í felag og í felagsskapum. Fólkatalið í kommununi veksur skjótt. Vit eru í løtuni 1620 borgarar.
Tað er gleðiligt at síggja, at fólk velja at búseta seg í Nes kommunu. Á facebook síðuni hjá kommununi stóð eisini at lesa, at burtursæð frá Tórshavnar kommunu, so er fólkatalið í arbeiðsførum aldri vaksið mest í okkara kommunu – 52 síðani somu tíð í fjør.
Fólkavøkstur er tó ikki alt.
Tað, sum veruliga hevur týdning er, hvussu vit hava tað. Trívast vit, og eru vit ein virkin partur av onkrum felagsskapi? Her í bygdunum eru familjubondini sterk, og stutt er millum húsini. Felagsskapur og samanhald er nakað, sum merkir staðin. Mín vón er, at nýggju borgararnir finna inn í felagsskapirnar, og at vit øll duga væl at taka ímóti teimum.
Í Nes kommunu eru nógvir ymiskir felagsskapir, sum eru við til at gera lívið fjálgt og gevandi. Her eru fleiri ymiskir ítróttarfelagsskapir, sum savna børn, ung og vaksin til rørslu, sum styrkir bæði kropp og sinn.
Andaligu felagsskapirnir hava eisini stóran týdning fyri økið, og eru við til at geva vón og stuðul – kirkjan, missiónshúsið, Nebo og ymiskt kristiligt arbeiði, har fólk finna felagsskap og meining.
Eisini eru fleiri ymisk sangkór og tónleikafelagsskapir, sum skapa gleði og samveru.
Uppgávan at síggja fólkini rundan um okkum, og at taka okkum væl av hvørjum er, sum nevnt, ein ábyrgd, sum liggur á okkum øllum. Í hesum sambandi hava jólini og adventstíðin ein serligan leiklut. Ofta verður sagt, at jólini eru hjartanna fest, tí vit á ein serstakan hátt koma hvørjum øðrum við og vísa kærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Tíðin, vit nú fara inn í, adventstíðin, er ein fyrireikingartíð. Advent merkir koma. Adventus domini merkir Harrans koma, og vit fyrireika okkum til at Harrin skal koma – til at Jesus verður føddur. Jesus kemur okkum nær á jólum sum eitt lítið og hjálparleyst barn, borðið í heim í einum fjósi í Betlehem. Hansara endamál var greitt! Hann vildi felagsskap við øll menniskju. Tað var ongin, sum var ov lítil ella illa komin til, at Jesus ikki vildi hava felagsskap við viðkomandi.
Jesus kom at opna okkum vegin aftur til Guds, sum Fríðrikkur Petersen yrkir í einum av mínum yndis jólasálmum “Gleðilig jól”, sum er ein umyrking av sálminum “Stille Nacht”.
Stille Nacht hevur eina serliga søgu, sum vísir hvussu smáir felagsskapir, samanhald og samstarv kunnu ávirka allan heimin.
Vit skulu aftur til jólaaftan í 1818 í lítlu bygdini Oberndorf í Eysturríki. Har var ein ungur prestur, Joseph Mohr, og ein organistur, Franz Gruber. Teir høvdu fyrireikað jólagudstænastuna, men tá teir komu í kirkjuna sóu teir, at orglið var óvirkið. Tað var sjálvandi ein trupulleiki. Men teir góvust ikki so.
Mohr prestur hevði skrivað eina yrking nakað frammanundan, og hann bað Gruber seta tónar til hana – fyri gittar. Soleiðis varð sangurin “Stille Nacht” til. Sama kvøld, jólaaftan, framførdu teir hann í kirkjuni við gittara og tveimum røddum, har einans nøkur fá fólk vóru til staðar.
Sangurin var einfaldur, men boðskapurin nam hjørtuni: friður á jørð, gleði mitt í myrkri. Sangurin breiddi seg skjótt til grannabygdirnar, runt um landið og síðani út um allan heim. Í dag er “Stille Nacht” ein av best kendu jólasálmunum í heiminum, og verður sungin á meira enn 100 ymiskum málum. Tað er fantastiskt at hugsa, at ein sangur, sum varð til í eini lítlari kirkju, uttan orgul, í einari torførari tíð, í dag sameinir fólk kring allan heim.
Hetta vísir okkum, at jólaboðskapurin er omanfyri umstøður. Tað er ikki jólapynt, stór orgul ella stórar gávur, sum skapa jólini. Tað er gleðin, friðurin og vónin, sum vit finna í tí smáa – í einum fjósi í Betlehem, í einum sangi úr Eysturríki, og í ymisku felagsskapunum her á staðnum.
Í føroyska sálminum “Gleðilig jól” syngja vit soleiðis í triðja ørindi:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
Hetta er kjarnin í jóla- og gleðiboðskapinum. Vit kunnu aldri fulltakka okkara frelsara fyri, at hann hevur opnað paradísportrið fyri okkum. Ígjøgnum Jesus, sum varð føddur í einum fjósi, doyði á einum krossi og reis uppaftur, hevur Gud gjørt okkum ein veg og latið paradísportrið upp fyri okkum.
Í okkara lítla felagsskapi á Ólavsvegi á Nesi er henda tíðin heilt serstøk. Fyrr í ár blivu vit foreldur, og kunnu nú uppliva alt fyri fyrstuferð ígjøgnum eyguni á Eik, sum er okkum ein stór signing. Eg havi lovað honum at hjálpa mær at tendra jólatræið nú um eina løtu.
Góðu tit. Lat okkum minnast, at jólini eru meira enn ljós, jólapynt og jólagávur – tað er ein tíð at gleðast, at vera saman og at minnast ta størstu gávuna, sum vit hava fingið – at Jesus varð føddur.
At enda vil eg ynskja øllum eina gleðiliga og eina vælsignaða adventstíð.
Nú fara vit at tendra jólatræið.

 

 

Fleiri myndir