Nes kommuna
Heim / Mentan og frítíð /
Áhugafeløg

Áhugafeløg

  • Bátafelagið

    Toftavegur 6
    Fo-650 Toftir

    Bátafelagið var stovnað. 13. marts 2005
    Endamál felagsins er, at fylkja bátaeigarar, fólk við áhuga fyri bátum, bátasøgu og sigling.

    Árligi Bátafestivalurin er á Toftum fyrsta vikuskifti í mai.

    Kontaktpersónur: Kristian Poulsen. 

  • Tofta Kvinnufelag

    Tofta Kvinnufelag bleiv stovnað 1988.
    Starvsmið og mál felagsins er at arbeiða fyri javnstøðu millum
    kvinnu og mann, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi.

    Felagið er óheft politiskt og átrúnaðarligt.

    Kontaktpersónur: Katrin Poulsen

  • Undirhúsið

    Undirhúsið heldur til í Mathias´sa pakkhúsið, sum felagið eigur og hevur um/útbygt til endamálið. 

    Adressa:
    Toftavegur 2

    Undirhúsið hevur opið hvønn dag, uttan sunnudag, frá kl. 10-12 og 14-17.

  • Dagtilhaldið

    Dagtilhaldið heldur til í kjallaranum á Vesturskin, Á Kneysum 14.

    Tilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15.00 til 18.00.

  • Ungdómshúsið

    Heygsvegur 28
    Fo-650 Toftir
    Tlf. +298442144
    Teldupostur: uh@uh.fo
    Heimasíða: uh.fo

    Endamálið við ungdómshúsinum er at bjóða teimum ungu í kommununi tryggar, ódømandi, royk- og rúsfríðar karmar. Eitt stað har tey ungu verða stimbrað og eggjað at finna og menna síni nátúrligu evnir, so tey gerast virkin, sunn og nøgd menniskju.

  • Fornminnisfelagið og Bygdasavnið

    Kirkjuvegur 1

    Telefon: +298 447696, +298 227096
    www.nesforn.weebly.com
    Kontaktpersónur: Josefina Jacobsen.  

    Fornminnisfelagið er eitt áhugafelag við viðtøkum og aðalfundi, sum vanliga er í fyrsta ársfjórðingi hvørt ár.

    Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum, har tann størsta framsýningin er í gamla prestagarði á Nesi. Endamálið er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søguna í kommununi sjónliga.