Bygging
Vegleiðandi mannagongd í samband við byggiloyvi
Um tygum hava ætlanir um at byggja eitthvørt, tað veri seg sethús, uppíbygging, bilhús, hjall, garð, ella broyta verandi ogn munandi, krevst skrivligt byggiloyvi frá kommununi.
Fyri at søkja um byggiloyvi krevst:
- at umsøkjari hevur ognað sær grundstykki
- at umsøkjari hevur eina greiða byggiætlan
- at umsøkjari hevur viðkomandi tekningar og upplýsingar
Víst verður til byggisamtyktina fyri Nes kommunu.
Her eru góð ráð, tá ið bygt verður. Tak bókling niður her.
Eru spurningar, kann ringjast til
Teknisku deild tlf. 56 50 11
Teldupost anfinn@nes.fo