Tofta Havn
Toftagjógv 2
tlf. +298 448144
fartlf. +298 565010
toftahavn@nes.fo
Tofta Havn liggur við eystara arm á Skálafjørðinum.
Knøttastøða 62. 09g N. og 006. 74g W.
Havnin hevur umleið 400 vitjanir árliga av førum 50 T. og størri.
Her afturat koma umleið 2000 bátar og smærri deksfør í havnina.
Fiskamarknaður Føroya, Landingarmiðstøðin á Toftum, Kassamiðstøðin, Bakkafrost, Sandship, Faroe Origin og Salt Import liggja við Tofta havn.
Tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 565 m, har dýpið fyri tað mesta er 6-8,5 m.
Bátahavnin í Oyrunum hevur pláss fyri 90-100 bátum og smærri deksførum. El og vatn er tøkt við alt havnalagið.
Tofta havn svarar alt døgnið á tlf. +298 448144.
VHF-rásir 16 – 12 -13
Havnin er ISPS certifiserað.
Reglugerð fyri Tofta Havn: