Reglugerð fyri barnagarðin
- Vøggustovan er ætlað børnum 0 – 3 ár.
So hvørt tørvur er á plássi til nýggj børn, flyta børn úr vøggustovu í barnagarð, tað árið tey fylla 3 ár. - Barnagarðurin er ætlaður børnum 2,5 – 6 ár.
- Barnið, og í minsta lagi annað av foreldrunum, skulu vera skrásett og fastbúgvandi í kommununi fyri at fáa ansingarpláss hjá Nes kommunu.
- Í serligum førum kann gerast undantak frá hesum, tá Barnaverndin hevur givið sítt viðmæli.
- Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Trivnaðarnevndina hjá Nes kommunu.
Gjaldið: Barnagarður kr. 1.900,- Vøggustova kr. 2.200,-
Goldið verður forút, tó í seinasta lagið 10. í hvørjum mánaða.
Nes Kommuna veitir systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2 børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.
Um eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni fer upp um 3 mðr., kann kommunan ella stovnurin avgerða at siga plássið upp, tó soleiðis, at kommunan ella barnaverndin frammanundan hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.
Við útmeldan skal sigast frá hjá leiðaranum, í seinasta lagi ein mánaða áðrenn útmeldan, og skal hetta vera til tann 1. í mánaðinum.