Nes kommuna
Heim / Borgarin / Skal tú byggja /
Reglugerð fyri sølu av grundstykkjum í Nes kommunu

Reglugerð fyri sølu av grundstykkjum í Nes kommunu

Tøk grundstykki verða sett til sølu á heimasíðuni einaferð um mánaðin. Leisturin er, at tann fyrsti, sum sendir inn umsókn, fær stykkið. Tað merkir, at tá ið tann fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um sama grundstykkið.

Tá ið grundstykkið er umbiðið, verður rokning send umsøkjaranum. Gjaldsfreistin er í seinasta lagi 3 vikur eftir, at rokningin er dagfest. Verður ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið aftur tøkt á sølulistanum, tá ið listin verður dagførdur.

Dagførdi sølulistin verður tøkur á heimasíðuni hvønn fyrsta yrkadag í mánaðinum kl. 13.00, um annað ikki er fráboðað.

Grundstykkini, sum verða til sølu, verða kunngjørd á heimasíðuni í vikuni frammanundan.