Nes Sóknar Musikkskúli
Nes Sóknar Musikkskúli
Toftavegur 3,
FO-650 Toftir
Leiðari
Tóri R. Jacobsen
Tlf. +298 588400
musikkskulin@nes.fo
Eitt sindur um musikkskúlan
Nes Sóknar Musikkskúli er ein kommunalur stovnur, sum verður stjórnaður av eini nevnd, ið hevur 5 limir. Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Runavíkar kommunu, sum velur 3 limir, og Nes kommunu sum velur 2 limir, fyri eitt valskeið ísenn. Skrivarin í nevndini er úr fyrisitingini hjá Nes kommunu.
Endamálið við stovninum er at vekja ans fyri tónlistini. Menna tónlistarligu gávur næminganna, og í aðramáta at leggja støði undir einum ríkum tónleikalívi. Hetta verður gjørt við samanspæli, sangi, konsertum og við at spæla til ymisk almenn endamál. Tað eru millum 130 og 150 næmingar í skipanini.
Nevnd skúlans
Fyri Runavíkar kommunu
- Petur Hansen, formaður
- Jógvan Andersen
- Jóhan Vest
Fyri Nes kommunu
- Elin á Torkilsheyggi
- Niels Jacob Nielsen
Stutt kunning til foreldur og næmingar
Nes Sóknar Musikkskúli er ein kommunalur musikkskúli, ið fevnir um musikkskúlavirksemið í Runavíkar- og Nes kommunum. Lærararnir, ið undirvísa í musikkskúlanum, skulu allir hava hægri tónleikaútbúgving. Bert í teimum førum, har eingir útbúnir lærarar fáast, verða aðrir lærarar settir sum vikarar í staðin.
Í skúlanum á Skála verður vanliga undirvíst í klaveri, guitar, bassguitar og tvørfloytu. Hin undirvísingin fer fram í skúlunum í Runavík og í Tónalon í Tofta skúla. Næmingar í øllum musikkskúlaøkinum eiga part í hesari undirvísingini.
Ein ávísur partur av musikkskúlaundirvísingini fer fram í vanligari skúlatíð, har næmingar verða tiknir út úr tímum eftir rullandi tímatalvum, so teir ikki missa somu skúlatímar viku eftir viku. Nakað av undirvísingini í musikkskúlanum fer kortini fram eftir vanliga skúlatíð.
Teir næmingar, ið skulu spæla klaver og guitar , mugu sjálvir hava ljóðføri at venja á. Best er, um trummunæmingarnir hava trummur heima, ella hava høvi at venja aðrastaðni. Teir næmingar, ið spæla hini ljóðførini, sleppa at læna ljóðførið frá musikkskúlanum uttan kostnað. Foreldur / avvarðandi skulu tó undirskriva eitt lániskjal, har tey átaka sær ábyrgdina av ljóðførinum, ið barn teirra hevur fingið til láns.
Í Nes Sóknar Musikkskúla eru hesi ljóðfør at velja ímillum
KLAVER / GUITAR / BASSGUITAR / VIOLIN / CELLO / KONTRABASS / KLARINETT / SAXOFON / HORNORKESTURLJÓÐFØRI / TVØRFLOYTA / TRUMMUR / VIOLA / AKKORDEON.
Kostnaður
Tað kostar kr. 800 pr. skúlaár fyri hvønn næming at spæla í Nes Sóknar Musikkskúla.
Tekning
Næmingar kunnu tekna seg alt árið.
Tilmelding fer fram umvegis leinkjuna niðanfyri:
Fartelefon nummarið hjá Nes Sóknar Musikkskúla er +298 588400, og teldupostadressan er musikkskulin@nes.fo.
Undir øllum umstøðum mugu foreldrini vita av, tá ið næmingar tekna seg. Tað kann meir enn so henda, at tað ljóðførið, ið næmingurin ynskir sær, er fullteknað. Í tí førinum verður næmingurin settur á bíðilista og fær so boð, tá ið møguleiki er at sleppa framat.