Nes kommuna
Heim / Kommunan /
Virðir og hugsjón

Virðir og hugsjón

Trivnaður

Kommunan er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast, millum annað við at skapa karmar fyri frítíð og mentan.

Ábyrgd og álit

Nes kommuna tekur ábyrgd. Saman við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, skapa vit álit ímillum borgara og kommunu.

Menning

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum.

 

Tilverugrund (missión)

Nes kommuna er ein kommuna fyri øll.

 

Hugmynd (visjón)

Vit vilja skapa lív og ganga fremst.