Barnagarðurin
Svangaskarð 7
Fo-650 Toftir
Teldupostur: barnagardur@nes.fo
Leiðari
Jørgin Olsen, námsfrøðingur, Tlf. +298 448760/565021
Barnagarðurin
Sólarglottin 3-5 ár
Tlf. +298 565022
Sóldøgg børn 3-5 ár
Tlf. +298 565027
Dreymasóljan børn 3-5 ár
Tlf. +298 565026
Sólareyga børn 3-5 ár
Tlf. + 298 565024
Vøggustovan
Blákollan børn 0-3 ár
Tlf. +298 565035
Smæran børn 0-3 ár
Tlf. +298 565036
Summardáin børn 0-3 ár
Tlf. +298 565037
Gullsóljan børn 2-3 ár
Tlf. +298 565025
Endamál
Barnagarðurin er ætlaður børnum 2,5 – 7 ár og Vøggustovan er ætlað børnum 0 til 3 ár. Barnagarðurin og
Vøggustovan hava opið frá kl. 07.00 – 17.00.
Stovnarnir lata aftur hesar dagar kl. 12.00
- Grundlógardag
- Ólavsøkuaftan
Afturlatið er hesar dagar
- Allar vanligar leygar-, sunnu- og halgidagar
- Dagarnar millum jól og nýggjár
- Flaggdagin
- Ólavsøkudag
- Ein ráðleggingardag um árið, fríggjadagin eftir Kristi himmalferðardag
- Summarfrítíðin er í viku 29, 30, 31 og 32
- FORELDRARÁÐIÐ
- Gevur leiðaranum ráð og vegleiðing
- Arbeiðir fyri at styrkja um samstarvið millum heim, stovn og kommunu.
Í ráðnum eru 3-5 limir, valdir fyri 2 ár í senn.
Foreldraráðið 2021/2022
- Harda Hansen, forkvinna
- Bjørk Wiggins
- Frits Eið
- Paula S. á Torkilsheyggi
- Kristina Cole
- Hjalmar Dalbúð
- Absalon E. í Frammistovu
- Helga í Frammistovu
Postkassin hjá foreldraráðnum hongur í garðinum omanfyri, yvirav kjallarahurðini. Foreldur eru altíð vælkomin, at koma við hugskotum, spurningum, rís ella rós og koyra tað í postkassan, so tekur foreldraráðið tað upp til viðgerð.
Foreldur eru eisini altíð vælkomin, at venda sær til leiðsluna ella starvsfólk, um tit hava okkurt uppá hjarta.
Børnini
Eiga at vera komin kl. 09.30, um ikki onnur avtala er gjørd.
Foreldrini, ella tey sum koma við barninum, verða vinarliga biðin um at hjálpa barninum úr klæðunum og fylgja tí inn í stovuna.
Minnist til at siga einum av teimum vaksnu frá, at barnið er komið. Minnist til at siga einum vaksnum frá, tá barnið fer heim.
Øll skulu vera farin heim kl. 17.00.
Matur
Barnið fær morgunmat á stovninum, um tað ikki hevur etið, tá ið tað kemur.
Børn hava matpakka við at eta á middegi.
Børnini fáa millummála uml. kl. 14.30.
Sjúka og frídagar
Er barnið sjúkt ella í viðgerð við heilivági, kann tað ikki koma í barnagarð.
Boðið frá áðrenn kl. 9.30, tá barnið verður heima vegna sjúku ella tað hevur ein frídag.
Barnagjaldið
- Gjaldið til barnagarðin kr. 1.900,-
- Gjaldið til vøggustovurnar kr. 2.200,-
- Nes kommuna letur systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2. børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.
- Juli mánaði gjaldsfríður.
- Konto í BankNordik: 6460-169.751.1
Gjaldsreglur
Goldið verður forút við gjaldsskipan 01. í hvørjum mánaði.
Um eftirstøðan fer upp um 3 mánaðar, kann barnið verða uppsagt.
Frípláss
Møguleiki er at søkja um frípláss, eftir ávísum treytum.
Sig dagstovnapláss upp
Dagstovnapláss skal sigast upp í seinasta lagi ein mánaða, áðrenn barnið gevst, og skal hetta verða til tann fyrsta í mánaðinum.
Uppsøgnin av dagstovnaplássinum fer fram hjá leiðaranum.
Klæðir
Latið barnið í eftir veðrinum.
Umframt hetta eiga børnini at hava:
- Regnklæðir
- Gummistivlar
- Kavadrakt
- Ullintar hosur og vøttir
- Skiftiklæðir, sum liggja í rúminum hjá barninum
- Inniskógvar, hosur ella skóleistar at vera inni í, um foreldur og barn ynskja tað.
- Vøggustovubørnini hava sjálvi bringuklút við
Foreldrini eiga at halda skil á klædnarúminum hjá barninum.
Foreldrini syrgja fyri at røttu klæðini eru í rúminum, so tað er lætt hjá tí at skifta.
Av trygdarávum skulu børnini ikki hava hálsturrukløð á stovninum.
Ruddið rúmið hvønn fríggjadag.
Navnið á barninum skal verða í klæðunum.
Leikur
Eftir avtalu við starvsfólkið kann barnið hava leiku við á stovnin.
Stovnurin hevur onga ábyrgd av, um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva.
Reglugerðir
Reglugerð fyru barnagarðin
- Vøggustovan er ætlað børnum 0 – 3 ár.
So hvørt tørvur er á plássi til nýggj børn, flyta børn úr vøggustovu í barnagarð, tað árið tey fylla 3 ár, hetta er frá januar til juni. - Eftir summarfrítíðina í august mánaða flyta øll børn, sum fylla 3 ár í tí árinum í barnagarð.
- Barnagarðurin er ætlaður børnum 2,5 – 7 ár.
- Børn fáa pláss á stovninum soleiðis, at tey børn, sum hava staðið longst á listanum fáa pláss fyrst.
- Um ikki verður tikið av plássinum, fer barnið afturum á listanum.
- Barnið, og í minsta lagi annað av foreldrunum, skulu vera skrásett og fastbúgvandi í kommununi fyri at fáa ansingarpláss hjá Nes kommunu.
- Í serligum førum kann gerast undantak frá hesum, tá Barnaverndin hevur givið sítt viðmæli.
- Børn við serligum tørvi koma framum á bíðilistanum í teimum førum, har fakligur serkunnleiki hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum (her verður hugsað um málsligar, sálarligar og sosialar trupulleikar).
- Barn, sum verður meldað út úr barnaansingini, og síðan seinni verður meldað inn aftur, kemur at standa aftast á bíðilistanum.
- Børn, hvørs systkin frammanundan hava ansingarpláss, hava ikki framíhjárætt, men í hvørjum einstøkum føri verður miðað ímóti, at systkin fáa pláss á sama stovni, um foreldur ynskja tað.
- Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Trivnaðarnevndina hjá Nes kommunu.
- Skriva títt barn upp til ansing so tíðliga sum gjørligt, tí tín umsóknardagur er tíðandi fyri, hvar á bíðilistanum títt barn kemur at standa og nær barnið kann fáa bjóða pláss.
Tíðarætlan yvir útluting av ansingarplássum:
|
Januar |
Børn, sum hava tørv á plássi í apríl mánaða |
| Februrar | Børn, sum hava tørv á plássi í mai/juni mánaða |
| Mars | Børn, sum hava tørv á plássi í juli mánaða byrja í juni mánaða. Eingin upptøka er til barnaansingina í juli mánaða. |
| Apríl | Børn, sum hava tørv á plássi í august mánaða. |
| Mai | |
| Juni | Børn, sum hava tørv á plássi í september/oktober mánaða |
| Juli | Børn, sum hava tørv á plássi í november/desember mánaða |
| August | |
| September | |
| Oktober | Børn, sum hava tørv á plássi í januar/februar mánaða |
| November | |
| Desember | Børn, sum hava tørv á plássi í mars mánaða |
Dømi: Hevur barn títt tørv á ansingarplássi í mai mánaða, vilt tú í februar fáa boð frá stovninum um hetta.
Børn fáa, sum útgangsstøði, altíð bjóða ansingarpláss frá 1. ella 16. í einum mánaða, tó í fyrsta lagið 2 mánaðir eftir, at umsóknin er móttikin.
Dømi: Er umsóknin móttikin 3. september, fær barnið pláss í fyrsta lagið 16. november.
Gjaldið: Barnagarður kr. 1.900,- Vøggustova kr. 2.200,-
Goldið verður forút, tó í seinasta lagið 10. í hvørjum mánaða.
Nes Kommuna veitir systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2 børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.
Um eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni fer upp um 3 mðr., kann kommunan ella stovnurin avgerða at siga plássið upp, tó soleiðis, at kommunan ella barnaverndin frammanundan hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.
Við útmeldan skal sigast frá hjá leiðaranum, í seinasta lagi ein mánaða áðrenn útmeldan, og skal hetta vera til tann 1. í mánaðinum.