27.11.2025
Grundstykkir til sølu
Mánadagin 1. desember kl. 13.00 verða tøk grundstykkir til sølu umvegis grundstykkjaskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Til sølu eru 8 nýggj grundstykkir við nýggja partin av Høganesvegnum. Talan er um 4 grundstykkir, sum eru ætlað til eittplanshús og 4 stykkir til hús í tveimum hæddum.
Sí kort.
- Stykki 1 er uml. 480 m2, og ætlað til hús í tveimum hæddum.
- Stykki 2 er uml. 502 m2, og ætlað til hús í tveimum hæddum.
- Stykki 3 er uml. 506 m2 og ætlað til eittplanshús.
- Stykki 4 er uml. 522 m2 og ætlað til eittplanshús.
- Stykki 5 er uml. 510 m2 og er ætlað til hús í tveimum hæddum.
- Stykki 6 er uml. 497 m2 og er ætlað til hús í tveimum hæddum.
- Stykki 7 er uml. 507 m2 og er ætlað til eittplanshús.
- Stykki 8 er uml. 487 m2 og er ætlað til eittplanshús.
Nýggju grundstykkini verða liðugt grovplaneraði, tó uttan rottanga og kosta kr. 760/m2. Stykkini verða endaliga matrikuleraði út á várið 2026, og tí má keypari tola møguligar smærri tillagingar í fermetrum og prísi.
Umframt tey 8 grundstykkini við nýggja partin av Høganesvegnum, so er eitt grundstykki í gomlu útstykkingini, Høganesvegur 18, matr. 305d, til sølu. Hetta stykkið er 631m2, óplanerað og kostar kr. 275/m2.