28.11.2025
Nýggj heimasíða
Nes kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu.
Á vári í 2024 varð avgjørt at fara undir arbeiðið at fáa nýggja heimasíðu, tí verandi heimasíða var ikki tíðarhóskandi longur.
Í góðum samstarvið við Kodio er heimasíðan ment, og vit vóna, at hon verður eitt hent og nútíðarhóskandi amboð bæði hjá kommunu og borgarum.
Sagt skal vera frá, at fyrstu tíðina eru ikki øll tey gomlu tíðindi tøk. Vit vóna at fáa hetta í rættlag sum skjótast.