Nes kommuna
27.11.2025

Jólatræið tendrar

Leygardagin 29. november kl. 15.00 verður jólatræið við kommunuskrivstovuna tendrað. 

Andrias Magnussen heldur røðu og tendrar jólatræið. 
Hornorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkfelag luttekur. 

Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum. 

Aftaná verða øll boðin til kakao, kaffi, te og bollar í kirkjukjallaranum. 

kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni. 

Tey luttakandi eru:

Kirkjukórið
Streingjakórið
Ungdómskórið í Nebo
Jóhanna Sámalsdóttir
Magni Christiansen
Menninir í Undirhúsinum

 

NES KOMMUNA