Hægri barnafrádrátt og betri systkinafrádrátt í Nes kommunu
Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 var endaliga samtykt á býráðsfundi 24. november.
Skattaprosentið er óbroytt 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 kr. upp í 8.000 kr.
Harafturat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið. Broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á kr. 550,- fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu. Um eldra barnið gongur í barnagarði, er lættin kr. 475,-, meðan lættin er 250, - kr, um tað gongur í frítíðarskúla.
Dagstovnagjøldini verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi kr. 2.000 fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.
Úrslitið á fíggjarætlanini er eitt avlop á 425 tkr.
Í 2026 verður peningur m. a. brúktur til:
Breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
Gera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
Umvæling av ovaru síðu av 1981-skúlanum
Dagføring av kommunuskrivstovuni
Dagføring av Heilsumiðstøðini
Betra um útiøki skúlans
Umbyggja í barnagarðinum
Ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
Ábøtur og asfaltering av kommunalum vegum
Halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
Leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
Gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
Gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu.
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Byggibúning við Høganesvegin eins og við Regnavegin
Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2026 eru (í tkr.):
Rakstur:
| § 1 Kommunal fyrisiting | 8.226 |
| § 2 Almanna- og heilsumál | 30.191 |
| § 3 Børn og ung | 18.290 |
| § 4 Undirvísing | 5.735 |
| § 5 Mentan og frítíð | 6.828 |
| § 6 Teknisk mál | 8.146 |
| § 7 Kommunalt øki | 3.985 |
| Rakstur í alt | 81.401 |
Íløgur:
| § 1 Kommunal fyrisiting | 2.425 |
| § 2 Almanna- og heilsumál | 1.503 |
| § 3 Børn og ung | 395 |
| § 4 Undirvísing | 3.050 |
| § 5 Mentan og frítíð | 647 |
| § 6 Teknisk mál | 4.369 |
| § 7 Kommunal virki | 497 |
| Íløgur í alt | 12.886 |
§ 20 Inntøkur:
| Rentur og rentustuðul | 4.000 |
| Kommunuskattur, felagsskattur v.m. | -98.712 |
| § 20 Inntøkur í alt | -94.712 |
| Úrslit í alt | -425 |
| Afturgjald av skuld | 2.910 |
Nettoskuldin hjá Nes kommununu er dags dato 34,7 mió. kr., ið er 37,3 % av lániheimildini.
Tá ið allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin væntandi kr. 47.8 mió. kr., ið er áleið 45,9 % av lániheimildini.
Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagjóðari fíggjarstýring.