Nes kommuna
26.11.2026

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

Nes kommuna lýsir við hesum tvey grundøki til sølu til íbúðarbygging. Talan er um tvey grundøki “undir Høganesi” á Toftum, sum eru ávikavist 1.894 og 5.070 m2. Ognirnar kunnu seljast samlað, ella verða sundurdeildar eftir ynski og uppskoti frá tilboðsgevara.

Prísurin er kr. 275 m2.

 

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál - íbúðir.

 

Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið og fríøki er partur av loysnini.

Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin fer at taka seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í vakra landslagið.

 

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu setast Anfinni í Toft, tekniskum leiðara á tlf. 565011 ella á teldupost anfinn@nes.fo. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til Anfinn í Toft.

 

Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin tann 01. mars 2027, kl. 12:00.