Nes kommuna
21.10.2026

Broyting í byggisamtyktini, byggistigi fyri B-øki, stødd á grundøki og bilstøðlar.

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025, verður við hesum boðað frá, býráðið í Nes kommunu á býráðsfundi, tann 28.09.2026, samtykti uppskot um broyting í ásetingunum fyri almennu byggisamtyktina í Nes kommunu.

Uppskotið til broytingar snýr seg um at gera ymiskar broytingar í ásetingum um mest loyvda byggistig fyri B-økini, minst loyvdu stødd á grundstykkjum til íbúðarbygging og tal av bilastøðlum pr. íbúðareind.

Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið í almennu byggisamtyktini fyri Nes kommunu, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimsíðu kommununnar frá 21. oktober til 11. november 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu á nes@nes.fo í seinasta lagi 02. desember.



Hjáskjøl við broytingunum - sí leinki niðanfyri:

Broyting í byggisamtyktini - mest loyvda byggistig fyri B-økini.pdf
Broyting í byggisamtyktini - minst loyvda tal av bilastøðlum til íbúðir.pdf
Broyting í byggisamtyktini - minst loyvdu grundstykkjavídd fyri íbúðir.pdf