Nes kommuna
20.08.2026

Sp/f Lund fer at byggja 10 íbúðir á Toftum

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Sp/f Lund, sum er felag hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi.

 

Nes kommuna hevur bjóðað út jørð, áleið 1900 fermetrar, á Lýðarsvegi matr. nr. 404c. Tá ið freistin at bjóða var farin, tann 05.06.2026, var eitt boð innkomið.

 

Á býráðsfundi, tann 22.06.26, varð samtykt, eftir tilmæli frá teknisku nevnd, at taka av innkomna tilboðnum frá Jaspuri Langgaard og Álvi Højgaard, sum ætla at byggja 10 íbúðir.

 

Ætlanin er at byggja trý hús. Tvey hús við trimum íbúðum og eitt hús við fýra íbúðum. Sniðið verður við íblástri frá siðbundu føroysku húsunum, og Norðsetur fer at standa fyri sjálvari byggingini.

 

Nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Sp/f Lund í næstum undir at gera lendið byggibúgvið.

 

Á myndini: Súni í Hjøllum, Jaspur Langgaard og Álvur Højgaard