Nes kommuna
26.06.2026

Tøming av rottangum í kommununi

Góða borgarir

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar á Nesi, síðani halda teir áfram á Toftum og Saltnesi næstu vikurnar.

 

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

 

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

 

·         at tangin er lættur at koma til

·         at tað er grivið væl frá rundan um lokið

·         at lokið er væl fest, men lætt at loysa

·         at lokið er trygt og heilt

·         at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

 

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Tí eru tit vælkomin at deila kunningina á tykkara síðum.

 

IRF