24.06.2026
Ung í arbeiði
Eins og nógvu undanfarnu árini verður skipað so fyri, at 9. floks næmingar fáa høvi at luttaka í arbeiði hjá kommuni tvær vikur í summarfrítíðini. Endamálið er at lata tey ungu fáa arbeiðsroyndir og møguleika at vinna sær nakrar krónur.
Tey ungu fara at fríðka, og tað verður Jóan Jacob Skoradal, arbeiðsmaður hjá Nes kommunu, sum fer at hava leiðsluna fyri "Ung í arbeiði".
Fyrsti bólkurin byrjar mánadagin 29. juni.