15.06.2026
Summarkvøld við Toftavatn
Týskvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið Summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum.
kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.
Í ár hugleiðir Jóhannus Danielsen, fyrrverandi borgarstóri í Nes kommunu, og Sámal Ravnsfjall syngur.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nes og Runavíkar kommunur