Nes kommuna
22.05.2026

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2025 samtyktur

Á almennum fundi tann 21. mai 2026 samtykti býráðið ársroknskapin hjá Nes kommunu fyri 2025.

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2025 vóru sera góðar. Skattainntøkan hjá kommununi í 2025, eftir frádrátt av rentum og rentustuðli, var 98,5 mió. kr., sum er 13,5 mió. kr. betri enn í 2024. Í fíggjarætlanini fyri 2025 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 85,1 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2025 13,4 mió. kr. betri enn avsett í fíggjarætlanini.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2025 vóru 75,5 mió. kr., ið er 2,5 mió. kr. meira enn í 2024. Í játtanini fyri 2025 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 78,8 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2025 væl minni enn mett í fíggjarætlanini. Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 23,0 mió. kr., mótvegis 12,0 mió. kr. í 2024. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 6,3 mió. kr. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 16,7 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu íløgurnar í 2025 vóru 22,8 mió. kr. netto. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 34,5 mió. kr. Íløgurnar í 2025 vóru sostatt 11,7 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2025, verða fluttar til 2026.

Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 240 tkr. í árinum, samanborið við eitt avlop á 3,3 mió. kr. í 2024.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2025 var 32,6 mió. kr., samanborið við 32,9 mió. kr. við ársenda 2024. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árliga inntøkan av kommunuskatti (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskatti og ávísum flytingum frá landinum. Skuldarmarkið hjá Nes kommunu var við ársenda 2025 105 mió. kr. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2025 var sostatt 31,1 % av skuldarmarkinum.

Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.