Starvsfólk til barnagarðin á Svangaskarði
Nes kommuna leitar eftir starvsfólkum til at arbeiða í Barnagarðinum á Svangaskarði. Barnagarðurin á Svangaskarði er stovnur undir Nes kommunu.
Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 120 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 35 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.
Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 10.08.26 til barnagarðsstovur og vøggustovur. Størvini eru í útgangsstøðinum 30 tímar, men til ber at gera avtalur.
Eisini verður søkt eftir avloysarum.
Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum fakligum umhvørvi og vera við til at leggja til rættis tað námsfrøðiliga arbeiðið.
Vit vænta, at umsøkjarin
· leggur dent á gott samskifti við børnini, starvsfólk og avvarðandi
· hevur umsorgan fyri børnum
· er íðin, nærlagdur og álítandi
· er nýhugsandi og ígongdsetandi
Vit bjóða tær eitt starv, har trivnaður og sambond eru grundarlagið fyri menning og trivnaði hjá børnum, foreldrum og starvsfólkunum.
Arbeitt verður eftir námsætlan við róligari námsfrøði og TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), eru amboð til at skapa trivnað og samstarv ímillum stovn og foreldur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til Nes Kommunu á nes@nes.fo í seinasta lagi mánadagin 01.06.26.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jørgin Olsen, leiðara, tlf 565021 ella Torborg Hansen, varaleiðara, tlf 504876.