Nes kommuna
24.04.2026

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

Nes kommuna lýsir við hesum eitt grundøki til sølu til íbúðarbygging. Talan er um grundøki á Lýðarsvegi á Toftum, matr. nr. 404c sum er umleið 1.869 m2.

 

Ognin liggur sambært byggisamtyktini í B øki, sum er blandað bústaðarbygging.

 

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

 

Tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

 

Grundøkið er óplanerað og verður selt fyri kr. 275 m2. Kommunalur vegur er nýliga gjørdur til grundøkið.

 

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

 

Møguligir fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini, mannagongd v.m. verða at seta Anfinni í Toft, tekniskum leiðara, á telefon 565011, teldupostadressa anfinn@nes.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til Nes kommunu.

 

Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin tann 05. juni 2026, kl. 12.