Nes kommuna
17.04.2026

Várdagar og Bátafestivalur

Árliga tiltakið í Nes kommunu við Várdøgum og Bátafestivali byrjar um eina viku.

Flaggdagin, leygardagin 25. apríl, verður fyrsta tiltakið. Tá er ruddingardagur á skránni. Síðan eru ymisk spennandi tiltøk á skránni alla ta komandi vikuna, sum so endar við Bátafestivali leygardagin 2. mai.

Vit í Nes kommunu bæði vóna og vænta, at fólk aftur í ár møta væl upp til tiltøkini, so vit saman fáa eina góða og gevandi viku.

Hjartaliga vælkomin! 

Sí. skránna niðanfyri

Várdagar 2026_faldari.pdf