Nes kommuna
25.03.2026

Earth Hour í Nes kommunu

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30. Hetta er ein tími, har gøtuljósini í kommununi verða sløkt. Á tann hátt vilja vit í Nes kommunu eisini vera við til at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvið.

Øll kunnu luttaka í jarðartímanum við at sløkkja ljósið heima og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.

- Hóast ljós verða sløkt í ein tíma, so hvørva avbjóðingarnar ikki, men hetta er eitt høvi at fáa hesar avbjóðingar at reiðrast í tilvitskuni hjá okkum øllum.

NES KOMMUNA

 

Í Nes kommunu heita tey á fólk um at verða eyka ansin í ferðsluni, meðan sløkt er.