Nes kommuna
09.03.2026

Brævatkvøður til fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars

Fólkatingsval er týsdagin 24. mars, og løgtingsval er hósdagin 26.03.2026. 

Veljarar, ið ikki eru heima valdagin, kunnu greiða brævatkvøðu. 

Brævatkvøður kunnu avgreiðast á kommunuskrivstovuni í vanligari upplatingartíð. Fyri fólkatingsvalið er freistin 23. mars 2026, og fyri løgtingsvalið er freistin 25. mars.  

Um ikki ber til at koma á kommunuskrivstovuna í vanligu upplatingartíðini, ber til at ringja til tlf. 565007 og avtala eina tíð. 

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 447586 ella 565007 í seinasta lagi 23. mars kl. 12.00 fyri fólkatingsval og 25. mars kl. 12.00 fyri løgtingsval.

Veljarar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi ella viðgerðarstovni, kunnu greiða brævatkvøðu við at boða lokalu kommununi frá. 

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi, áðrenn valstaðið letur upp.

NES KOMMUNA