Nes kommuna
06.03.2026

Vallistar

Vallistar til fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni  til mánadagin 16. mars 2026 í vanligari avgreiðslutíð.

Hetta eru listar, har tað stendur, um tú hevur valrætt til valini. 

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við,
skal í seinasta lagi 16. mars 2026 verða send kommununi, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Valkort verða send øllum veljarum, sum standa á vallistanum.

NES KOMMUNA