Nes kommuna
26.02.2026

Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um upptøku á vallistan ígjøgnum Vangan

Fyri at greiða brævatkvøðu er neyðugt at verða skrásettur á vallistanum. 

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Seinasta freist fyri upptøku á vallistan er tí 5. mars 2026.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsókn kann sendast umvegis Vangan, við at fara inn á veitarasíðuna hjá Nes kommunu.  

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um at søkja sum skjótast um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.

Lesandi uttanlands greiða brævatkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu í Føroyum. Brævatkvøðan skal vera Nes kommunu í hendi áðrenn valstaðið letur upp tann 26. mars kl. 10.00.