Nes kommuna
24.02.2026

Til borgarar í Nes kommunu

Nes kommuna hevur seinastu tíðina lagt stóru orku í at skráseta drekkivatnsleiðingar. Í hesum sambandi fingu tit eitt skriv frá kommununi um at upplýsa, hvar tykkara privatu stoppikranar eru staðsettir.

Fleiri tykkara hava vent aftur við upplýsingum. Tað er okkum ein stór hjálp í hesum arbeiði, og tað takka vit hjartaliga fyri.

Ígjøgnum samskifti við tykkum borgarar kann staðfestast, at ikki allir stoppikranar innanveggja eru líka atkomuligir.Onkur er staðsettur undir einum borði, aftanfyri eina lúku, ella uppi undir loftinum.

Tí hesa væl meintu áheitan:

Hendir eitt vatnleiðingsbrot innanveggja, er sera umráðandi at stoppikranin á vatninnføringini inni er sjónskur, og í góðum standi.

T.v.s. ein og hvør, sum er staddur í húsinum, sum varnast vatnleka, skal kunna steingja fyri vatninum beinanvegin!

Staðsetingin eigur at vera í kjallara ella tøknirúmi, ca 1m upp frá gólvi og sjónliga staðsettir.
Hesin stoppikrani skal steingja fyri øllum vatnrørum inni í húsinum.

Kommunan varðar av vatninnføringini. Tað er veitan og arbeiði til og við stoppikranan innanveggja.
Eru tit í iva um eitthvørt, ber til at ringja til Aksel Højgaard tlf. 565001, ella Jan Petersen tlf. 565002.